Takk fyri í ár :)

- Sí myndir frá í ár -

Her eru tíðirnar

Úrslit - Børn/ungÚrslit - Einstaklingarúrslit - Lið/fyritøkur
00
Dagar
00
Tímar
00
Min
00
Sek
Hero image

Runutusk 2022

Takk fyri í ár :)

Sí myndir frá í ár her

Her eru tíðirnar

Úrslit - Børn/ungÚrslit - Einstaklingarúrslit - Lið/fyritøkur
00
Dagar
00
Tímar
00
Minuttir
00
Sekund
Hero image
Runutusk 2022

Við í tilmeldingini er: Vatn, banan, sjokoláta og ein t-shirt!

Prísir eru uttan avgreiðslugjaldi á 20 kr.
Runutusk 2022

Tíðarætlan

Børn og ung kl 10:30
Einstaklingar kl 12:00
Lið/fyritøkur kl 13:30
Gjøgnumfør kl 15:00

Gjøgnumfør
Kostnaður: 350,-
Persónlig roynd!
Til tey sum ynskja at renna/ganga uttan nakra kapping.
Vinningar: Lutakast + Hugni og gott lag :)
Aldursmark: Onki aldursmark
Bílegg
Einstaklingar
Kostnaður: 350,-
Renn sjálv/ur.
Vinningar: Nr 1
Aldursmark: +18 ár
Tilmeldingarfreist: 9. juni
Bílegg
Lið & fyritøkur
Kostnaður: 350,- pr. luttakara
Lið á 3 fólk.
Renna saman og koma í mál tá tann síðsti kemur um málstrikuna.
Vinningar: Lið Nr 1
Aldursmark: +18 ár
Tilmeldingarfreist: 9. juni kl. 22:00
BíleggBíleggBílegg
Børn
Kostnaður: 300,-
Renn sjálv/ur.
Vinningar: Skjótasta genta og skjótasti drongur
Aldursmark: 10 - 13 ár
Ung
Kostnaður: 300,-

Renn sjálv/ur.
Vinningar: Skjótasta genta og skjótasti drongur
Aldursmark: 14 - 17 ár
Runutusk 2022

Forðarenning fyri øll

Runutusk er ein forðarenning, fyri stór og smá, ung og gomul, trenaði og ótrenaði.
Tað snýr seg bara um at bjóða sær sjálvum av!
Forðarenningin verður fyriskipað undir Eystanstevnuni í Runavík tann 12. juni 2022.
Kappingin fevnir um alskyns forðingar á landi, á sjónum og í feskum vatni!

Kom og royn teg sum einstaklingur, ella saman við vinfólki, familju, starvsfeløgum, og fá eina øðrisi uppliving! Runutusk!!!!!

Runutusk 2020
Runutusk

Banin og forðingar 2022

Her síggja tit banan sum vit tuska í ár :)

Runutusk map

Kunning og treytir

Runutusk er ein forðarenning, fyri stór og smá, ung og gomul, trenaði og ótrenaði.
Tað snýr seg bara um at bjóða sær sjálvum av!

Runutusk bjóðar, sum navnið sigur, uppá runu, vatn og nógv tusk.
Verður fyriskipað undir Eystanstevnuni í Runavík tann 12. juni 2022.
Kappingin fevnir um alskyns forðingar á landi, á sjónum og í feskum vatni!

Royn teg sum einstaklingur, ella saman við vinfólki, familju, starvsfeløgum, og fá eina øðrisi uppliving! Runutusk!!!!!

Runutusk er ein forðarenning áleið 5km við 20-30 forðingum. Breytin runt Toftavatn er, hóast sentral í Runavík, eitt náttúrvakurt økið við nógvum støðum, ið skulu til fyri at skapa eitt fullkomið Runutusk.

Sjógvur, grús, runa, bakkar og forðingar - Runutusk hevur alt! 5 km, sum fara at kennast sum tað tvífalda, tá tú kemur í mál.

Hendan forðarenningin er vælegnað til fólk, sum ongantíð hava roynt tílíkt áður, men vil avgjørt eisini verða ein avbjóðing til tey, sum eru meira roynd.

Runutusk er eitt samansett "terræn løb". Tað inniheldur svimjing, klatring, renning, og grulving, har náttúran er við til at gera upplivingina serstaka.

Mat og drekka

Tað verður møguligt at keypa mat (suppu), drekka, kaffe og vaflur á staðnum.

Áskoðarar

Man kann koma at hyggja eftir Runutusk. Síggja tá íðkarnir fara avstað frá Løkshøll, og síggja á stórskíggja í løkshøll meðan tey royna seg í nøkrum av forðingunum, og so við málið, har onkrar stuttligar forðingar eru.
Øll eru vælkomin at koma forbí og merkja stemningin og heppa á luttakarnar, tá teir koma á mál í Løkshøll. Vit fylgja ølkum tilmælingum fra korona hystarínum - og tí kann verða at tað ikki verður pláss í løkshøll allatíð.

Undirhald

Vit hopa at tað verður musikkur tá tit koma á mál. Og at møguleiki verður at keypa eina øl.

Vinningar

Fleiri góðir vinningar.

Børn (10-13 ár)
Atgongumerki til Summarfestivalin

Ung (14-17 ár)
Atgongumerki til G!festivalin

Einstaklingar
Gávukort til Effo

Lið/Fyritøkur
Gávukort til Bowling í Leirvík

Gjøgnumfør
Vit trekkja lut ímillum allar luttakarnar. Vinningurin er kjøt frá villmanninum í Klaksvík (Levi Joensen)

Trygging

Vit hava onga trygging og meldar tú teg til, er tað bindandi.
Tað er tó møguligt at broyta navn á tilmeldingini, men hetta skal tó gerast í seinasta lagi 3 dagar áðrenn Runutusk byrjar.
Ert tú við í Runutusk er tað uppá egið ábyrgd. Vit frásiga okkum alla ábyrgd viðvíkjandi skaðum. Lækni og hjálparfólk verða tó á staðnum.

Umklæðning og brúsa

Brúsa aftaná Runutusk verður í Bylgjuni.

Skriva til okkara

Skriva til okkara um spurningar ella viðmerkingar.

Teigar við (*) skulu útfyllast.
Takk fyri boðini
Vit venda aftur sum skjótast.

Vinarliga
Runutusk fyriskipararnir
HOV! Okkurt riggaði ikki sum tað skal. Vinarliga kanna frymilin og royn umaftur.

Fylg Runutusk