Við í tilmeldingini er: Vatn, banan, sjokoláta og ein t-shirt!
Børn og ung kl 10:30
Einstaklingar kl 12:00
Lið/fyritøkur kl 13:30
Gjøgnumfør kl 15:00
Runutusk er ein forðarenning, fyri stór og smá, ung og gomul, trenaði og ótrenaði.
Tað snýr seg bara um at bjóða sær sjálvum av!
Forðarenningin verður fyriskipað undir Eystanstevnuni í Runavík tann 12. juni 2022.
Kappingin fevnir um alskyns forðingar á landi, á sjónum og í feskum vatni!
Kom og royn teg sum einstaklingur, ella saman við vinfólki, familju, starvsfeløgum, og fá eina øðrisi uppliving! Runutusk!!!!!
Runutusk er ein forðarenning, fyri stór og smá, ung og gomul, trenaði og ótrenaði.
Tað snýr seg bara um at bjóða sær sjálvum av!
Runutusk bjóðar, sum navnið sigur, uppá runu, vatn og nógv tusk.
Verður fyriskipað undir Eystanstevnuni í Runavík tann 12. juni 2022.
Kappingin fevnir um alskyns forðingar á landi, á sjónum og í feskum vatni!
Royn teg sum einstaklingur, ella saman við vinfólki, familju, starvsfeløgum, og fá eina øðrisi uppliving! Runutusk!!!!!
Runutusk er ein forðarenning áleið 5km við 20-30 forðingum. Breytin runt Toftavatn er, hóast sentral í Runavík, eitt náttúrvakurt økið við nógvum støðum, ið skulu til fyri at skapa eitt fullkomið Runutusk.
Sjógvur, grús, runa, bakkar og forðingar - Runutusk hevur alt! 5 km, sum fara at kennast sum tað tvífalda, tá tú kemur í mál.
Hendan forðarenningin er vælegnað til fólk, sum ongantíð hava roynt tílíkt áður, men vil avgjørt eisini verða ein avbjóðing til tey, sum eru meira roynd.
Runutusk er eitt samansett "terræn løb". Tað inniheldur svimjing, klatring, renning, og grulving, har náttúran er við til at gera upplivingina serstaka.
Tað verður møguligt at keypa mat (suppu), drekka, kaffe og vaflur á staðnum.
Man kann koma at hyggja eftir Runutusk. Síggja tá íðkarnir fara avstað frá Løkshøll, og síggja á stórskíggja í løkshøll meðan tey royna seg í nøkrum av forðingunum, og so við málið, har onkrar stuttligar forðingar eru.
Øll eru vælkomin at koma forbí og merkja stemningin og heppa á luttakarnar, tá teir koma á mál í Løkshøll. Vit fylgja ølkum tilmælingum fra korona hystarínum - og tí kann verða at tað ikki verður pláss í løkshøll allatíð.
Vit hopa at tað verður musikkur tá tit koma á mál. Og at møguleiki verður at keypa eina øl.
Fleiri góðir vinningar.
Børn (10-13 ár)
Atgongumerki til Summarfestivalin
Ung (14-17 ár)
Atgongumerki til G!festivalin
Einstaklingar
Gávukort til Effo
Lið/Fyritøkur
Gávukort til Bowling í Leirvík
Gjøgnumfør
Vit trekkja lut ímillum allar luttakarnar. Vinningurin er kjøt frá villmanninum í Klaksvík (Levi Joensen)
Vit hava onga trygging og meldar tú teg til, er tað bindandi.
Tað er tó møguligt at broyta navn á tilmeldingini, men hetta skal tó gerast í seinasta lagi 3 dagar áðrenn Runutusk byrjar.
Ert tú við í Runutusk er tað uppá egið ábyrgd. Vit frásiga okkum alla ábyrgd viðvíkjandi skaðum. Lækni og hjálparfólk verða tó á staðnum.
Brúsa aftaná Runutusk verður í Bylgjuni.
Skriva til okkara um spurningar ella viðmerkingar.